Liverpool lættan sigur á Tottenham

3-0 gjørdist endaliga úrslitið á dystinum millum Tottenham og Liverpool í dag.

3-0 gjørdist endaliga úrslitið á dystinum millum Tottenham og Liverpool í dag.

 

Brendan Rodgers hátíðarhelt 100nda dystin sum Liverpool managari í dag við einum løttum sirgi á Tottenhm á White Hart Lane.

 

Nýkeypti Mario Balotelli misnýtti fleiri møguleikar í sínum fyrsta dysti fyri Liverpool, men tað hevði kortini lítlan týdning fyri úrslitið.

 

Hetta er fyrsta tapið hjá Mauricio Pochettino.

 

Raheem Sterling skoraði tað fyrsta av málunum, meðan Steven Gerrard setti eitt brotsspark í netið, áðrenn Alberto Moreno læsti og sløkti.

 

Tottenham-Liverpool 0-3 (0-1)

08. 0-1 Raheem Sterling

49. 0-2 Steven Gerrard (brts)

60. 0-3 Alberto Moreno