Liverpool krevur stóra upphædd fyri Coutinho

FC Barcelona má leggja eina stóra upphædd á borðið fyri Philippe Coutinho hjá Liverpool

Fyri stuttum boðaði framrættaði, brasilski miðvallarin hjá Liverpool, Philippe Coutinho frá, at hann vil gjarna sleppa at royna seg í katalanska stórfelagnum, FC Barcelona. Philippe Coutinho vil ógvuliga gjarna hava møguleikan at royna seg á allarhægsta støði.

 

Tað fer tó at kosta FC Barcelona eina munandi upphædd at ogna sær undirskriftina hjá Philippe Coutinho. Sambært "Le10Sport" skal FC Barcelona rinda Liverpool eina upphædd, sum svarar til 558 miljónir krónur fyri, at Philippe Coutinho kann gerast partur av hópinum hjá FC Barcelona.

 

Um FC Barcelona ikki vil rinda so nógvan pening fyri Philippe Coutinho, so er væntandi, at Paris Saint Germain kann leggja pengarnar á borðið fyri at ogna sær undirskriftina hjá Philippe Coutinho. Franska stórfelagið vil strekkja seg langt fyri at fáa Philippe Coutinho í sín hóp.

 

France Football boðar frá, at eitt annað spælaraskiftið er púra víst, og tað er, at miðverjin, Mamadou Sakho ikki hevur nakra framtíð í Liverpool við Jürgen Klopp, sum høvuðsvenjara. 

 

Sambært "Daily Express" hevur Jürgen Klopp eitt ynskið um at ogna sær áleyparan, Moussa Marega, sum er 25 ára gamal, og er útleigaður frá FC Porto til Vitoria Guimaeres. Sambært Daily Express verður tað møguligt hjá Jürgen Klopp at ogna sær Moussa Marega fyri eina upphædd, sum svarar til 295 miljónir krónur í okkara peningi.