Liverpool koppaði Real í Madrid

Yossi Benayoun gjørdist í gjárkvøldið matchvinnari fyri Liverpool, sum á útivølli sigraði á Real Madrid. Og Bayern München er væl á veg í fjórðingsfinalurnar.

Tað einasta, sum kann sigast við rættiligari stórari vissu eftir tær fýra áttandapartsfinalurnar, sum vóru spældar í Champions League í gjár, er at Bayern München við 99 prosents vissu hevur vunnið sær sæti í fjórðingsfinaluni. Franck Ribery og Luca Toni skoraðu tvær ferðir í part og Miroslav Klose eina ferð, tá Bayern knústi Sporting á útivølli í Lissabon. 5-0 vann Bayern, eftir hálvleiksstøðuna 1-0.

Ísraelski landsliðsspælarin, Yossi Benayoun, gjørdist stóra hetjan, tá hann stútaði sigursmálið til 1-0 fyri Liverpool í útidystinum ímóti Real Madrid. Liverpool stendur nú við einum sera góðum møguleika ímóti kongafelagnum úr Madrid, sum síðstu fýra kappingarárini er sligið út í júst áttandapartsfinaluni.

Chelsea vann eisini 1-0 á Stamford Bridge ímóti Juventus. Sigursmálið fall longu eftir spæl í 12 minuttir, og var tað enn eina ferð fílabeinsstrandingurin, Didier Drogba, sum skoraði fyri Chelsea.

Villareal hevði ikki sørt av hepni við sær, at sleppa við einum 1-1 javnleiki á heimavølli ímóti grikska Panathinaikos, sum eftir einum tíma kom á odda við vøkrum langskoti frá Giorgios Karagounis. Eina løtu seinni fekk Villareal eitt heldur ivasamt brotsspark, sum Giuseppe Rossi setti í netið til endaliga úrslitið 1-1.

Liðini spæla returdyst týskvøldið 10. mars.