Liverpool keypt landsliðsleikara

Fyrrapartin kunngjørdi Liverpool á síni heimasíðu, at felagið hevur keypt enska landsliðsleikaran Stewart Downing, og at hann hevur verið til ta vanligu læknakanningina.

 

Stewart Downing, sum er 26 ára gamal, hevur spælt við Aston Villa, og sambært heimasíðuni er talan um ein "long term deal". Hann er tann fjórði leikarin, sum Liverpool hevur keypt í summar. Hinir tríggir eru Jordan Henderson, Charlie Adam og málverjin Alexander Doni.

 

Stewart Downing hevur spælt 27 landsdystir fyri Ongland.