Liverpool keypt Charlie Adam

Liverpool heimasíðan boðar í hesi løtu frá, at felagið hevur gjørt eina avtalu við Charlie Adam, sum skiftur til Liverpool frá Blackpool. Leikarin skal nú til eina læknakanning í Liverpool og gongur alt sum tað skal, so er Charle Adam Liverpool leikari innan stutta tíð.

 

Tað hevur leingi ljóðað, at Liverpool hava verið áhugaðir í at keypa 25-ára gamla skotska miðvallarin. Eisini Tottenham og Manchester United sigast at hava spurt seg fyri um Blackpool liðskiparin. Í vetur var um reppi, at hann endaði í Liverpool, men Blackpool noktaði.

 

Fyri løtu síðan skrivar Liverpool á heimasíðuna hjá sær, at feløgini eru komin ásamt um ein prís. Soccernet metir prísin liggja um góðar 60 milliónir krónur.

 

Charlie Adam er 25-ára gamal og hevur spælt 11 dystir fyri skotska landsliðið. Hann byrjaði sína yrkis leið í skotska Rangers. Síðani var hann útleigaður til Ros County, St Mirren og Blackpool. Í 2009 gjørdi Blackpool avtaluna við skotan varandi.