Liverpool kann leggja seg á odda í kvøld

Í kvøld kl. 20 spæla Liverpool og West Ham á Anfield Road í Liverpool. Vinnur Liverpool, so verða teir oddalið í Premier League, 3 stig frammanfyri Chelsea.

 

Týski Chelsea-spælarin, Michael Ballack hevur sett spurnartekin við, um Liverpool hevur ein nóg sterkan hóp til at kunna endurvinna meistaraheitið, sum Liverpool ikki hevur vunnið, síðani kappingarárið 1989-1990.

 

- Fólk byrja at tosa um, at fjáltur er komin á okkum, tá vit hava spælt tveir dystir á rað, har vit ikki hava spælt væl. Men vit eru framvegis við í oddastríðnum. Undirstrikar Liverpool venjarin, Rafael Benitez.

 

Benitez heldur ikki, at tað hevur nakran týdning hvat onnur siga. - Vinna vit á West Ham í kvøld, so eru vit, ið hvussu er oddalið eina viku aftrat. Mín boðskapur til spælarnar er altíð hin sami. Vit mugu fokusera uppá okkara egna lið og okkara egnu dystir. Eg kann ikki broyta tað, sum onnur halda um okkum. Sigur Benitez við SkySport.