Liverpool hevur í kvøld vunnið evropesisku Super Cup. Liverpool vann eftir brotssparkskapping. Tað endaði 1-1 eftir vanliga leiktíð. Síðani skoraðu liðini eitt í part í longduleiktíðini, áðrenn Liverpool vann 5-4 í brotssparkskappingini.
Chelsea legði seg á odda í fyrra hálvleiki, tá Oliver Giroud bleiv spældur leysur afturum verjuna hjá Liverpool. Franski áleyparin avsluttaði væl og skoraði til 1-0. Chelsea var omaná í fyrra hálvleiki og hevði fleiri væl spæld álop.
Liverpool skifti í hálvleikinum Roberto Firmino inn, og bara fáar minuttir seinni leggur hann upp til 1-1 málið, sum Sadio Mané skorar. Eina løtu var Liverpool omaná, men Chelsea kom fyri seg setti seg aftur á dystin við N’Golo Kante á miðjuni.
##med2##
Tað endaði við longdari leiktíð. Her skoraði Liverpool fyrst. Eftir gott uppspæl frá Roberto Firmino sendi Sadio Mané aftur bóltin í málið. Tað gingu bara fáir minuttir, so gjørdi nýggi málverjin hjá Liverpool, Adrián, brotsspark. Jorginho umsetti hegnisligt til 2-2.
Síðani varð farið til brotssparkskapping, har Liverpool vann 5-4. Ungi Tammy Abraham bleiv óhepni spælari, ið brendi.
Super Cup:
Liverpool – Chelsea 1-1 (0-1) 2-2 eftir longdaleiktíð
0-1 Oliver Giroud, 36
1-1 Sadio Mané, 48
2-1 Sadio Mané, 95
2-2 Jorginho, 101
Liverpool vinnur 5-4 upp á brotssparkskapping