Fleiri enskir miðlar skriva, at Liverpool hevur slept vónini um at keypa Jude Bellingham. 19 ára gamli enski miðvallarin verður roknaður sum ein komandi heimsklassaspælari.
Jude Bellingham hevur leingi verið settur í samband við Liverpool, har vónin hevur verið at hann er sinnaður at traðka í skógvarnar hjá hetjuni hjá sær, Steven Gerrard. Í gjár komu so tvey sera ymisk boð úr fjølmiðlaheiminum.
Fyrst skrivaði norski journalisturin og fyrrverandi spælarin, Jan Åge Fjørtoft, at Liverpool hevði latið eitt boð inn á einar 700 til 800 milliónir krónur fyri Jude Bellingham. Stutt seinni kundu fleiri ítróttarskrivarar við góðum keldum í Liverpool boðað frá, at Liverpool ikki fór at keypa Jude Bellingham alíkavæl.
Orsøkin er at miðvallarin er ov dýrur. Hann kemur at kosta um milliardina, umframt at hann skal hava eina stóra løn. Ítróttarskrivarar sum Paul Joyce, James Pearce og Chris Bascombe skriva at felagið ikki vil rinda so nógv fyri ein spælara, tá felagið hevur brúk fyri fleiri spælarum at endurbyggja liðið.
Afturat hesum er óvist um Jude Bellingham velur at skifta í summar, tí Borussia Dortmund er í einum meistarastríðið í Týsklandi. Tað er heldur ikki vist, at hann hevði valt Liverpool og tí hevur felagið valt at leggja eggini í aðrar kurvar, so Liverpool ikki stendur eftir við ongum, um nú eitt av hesum hendir eina ferð seint í flytingarvindeyganum.
Nú verður Liverpool hinvegin sett í samband við spælarar sum Mason Mount, Conor Gallagher, Declan Rice, Moises Caicedo, Nicolo Barella, Ryan Gravenberch og Matheus Nunes. Kritikkurin heglar omanyvir eigararnar FSG, ið verða ákærdir fyri at ikki vilja brúka pengar.











