Liverpool heldur fram at tapa

FA Cup: Liverpool er nú úti av FA Cup og hevur tapt tríggjar av teimum seinastu fýra dystunum

Í gjár vóru tríggir dystir í fimta umfari í ensku steypakappingini, FA Cup. Stóri dysturin var á Stamford Bridge, har Chelsea vann 2-0 á Liverpool, sum er í eitt sindur av eini kreppu, nú liðið hevur tapt tríggjar av fýra dystum.

Willian og Ross Barkley skoraðu málini fyri Chelsea. Willian legði heimaliðið á odda, tá Liverpool misti bóltin stutt uttanfyri brotsteigin. Brasilski vongurin takkaði fyri og smekkaði til beint á málverjan, Adrian, sum tó ikki megnaði at bjarga.

Eftir ein tíma fór Ross Barley til stroks. Hann endaði við at sleppa til skot og skoraði til 2-0. Hann er uppvaksin hjá grannunum hjá Liverpool, Everton. Liverpool megnaði ikki at svara aftur. Liverpool stillaði ikki í sterkastu uppstilling, men fleiri av profilunum vóru á vøllinum.

Liverpool hevur nú tapt tríggjar av teimum seinastu fýra dystunum í øllum kappingum. Liverpool tapti 1-0 í fyrru 1/8 finaluni í Champions League, men vann síðani 3-2 á West Ham. Talan var tó ikki um sannførandi avrik. Síðani tapti Liverpool sín fyrsta dyst í Premier League í hesum kappingarárinum móti Watford, og so nú móti Chelsea í FA Cup. Afturgangandi fyri øll trý tapini er, at Liverpool hevur ikki skorað.

Liverpool kann bjarga sær í Champions League og fyrsta enska meistaraheitið í 30 ár er enn í tryggum hondum, men gongdin síðani vetrarsteðgin hevur ikki verið góð.

FA Cup 5. umfar:

Chelsea – Liverpool 2-0

Reading – Sheffield United 1-2 (longtleiktíð)

WBA – Newcastle 2-3