Liverpool hevur vunnið Champions League fyri sættu ferð. Tað gjørdu teir við at vinna 2-0 á Tottenham í Champions League finaluni, sum var í Madrid. Mohamed Salah og innskifti Divock Origi skoraðu málini.
Liverpool kom á odda longu í øðrum minutti, tá dómarin bríkslaði fyri brotssparki til Liverpool. Damir Skomina metti, at bólturin kom í hondina á einum spælara hjá Tottenham. Mohamed Salah umsetti brotssparkið til mál.
##med2##
Síðani byrjaði eitt afturgandandi mynstur. Tottenham hevur bóltin, meðan Liverpool verjir. Fleiri hava sagt, at hetta var ein tann vánaligasta finalan í nógv ár, men helst leggja tey í Liverpool iki so nógv í tað.
Finalan beiv avgjørd, tá innskifti Divock Origi smekkaði bóltin í málið til 2-0. Tá vóru bara fáir minuttir eftir og Tottenham givið alt, uttan at fáa nakað afturfyri. Sostatt kundi Jordan Henderson taka móti Champions League steypinum.
Champions League:
Tottenham – Liverpool 0-2
0-1 Mohamed Salah, 2 br
0-2 Divock Origi, 87












