Liverpool hevur fingið keypsbann í tvey ár og eina bót á eina millión krónur. Felagið sleppur ikki at keypa spælarar til ungdómsliðini, ti felagið ikki hevur fylgt reglugerðini í samband við keyp av 12 ára gomlum spælara frá Stoke. Annað árið av banninum er treytað av, at felagið komandi trý árini ikki brýtur reglurnar aftur.
Tað hava verið fleiri líknandi sakir í eitt nú Spania, har FC Barcelona og Real Madrid hava verið dømd fyri at keypa spælarar upp á treytir, ið ikki samsvara við lóggávuna. Stóru feløgini kring heimin gera nógv burturúr at keypa spælarar á so ungum aldri sum gjørligt, tí tá eru teir bíligast.
Í hesum sambandi hevur Liveprool tosað við og bjóðað treytir til ein 12 ára gamlan spælara, ið spælir við Stoke. Eitt nú hevur felagið bjóðað at gjalda fyri skúlagongd, men hetta er bara loyvt at gera, um allir spælararnir í felagnum fáa tað tilboðið.
Liverpool hevur viðgingið brotið og góðtikið keypsbannið og bótina. Liverpool kann komandi 18 mánaðirnar ikki keypa ein spælara, sum er undir 18 ár, og hevur verið skrásettur hjá einum felagi í Premier League ella aðrari deild í Onglandi.
Keypsbannið er ikki galdandi fyri vaksnar spælarar, so Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, kann við góðari samvitsku keypa sær ein nýggjan málverja ella miðverja til komandi kappingarár, so blóðtrýstið hjá viðhaldsfólkunum hjá Liverpool kemur niður á eitt heilsugott stig aftur.








