Liverpool Føroyar stuðlar Eydnudeildini við 30.000,-

Føroyska fjepparafelagið hjá Liverpool letur á hvørjum ári pengar til vælgerandi endamál

Leygarkvøldið hevði Liverpool Føroyar, føroyska fjepparafelagið hjá Liverpool, árligu ræstkjøtaveitsluna í Bowlinghøllini í Havn. Fleiri enn hundrað fjepparar úr øllum landinum møttust og lagið var avbera gott. Fyrr um dagin vann Liverpool 1-0 á Norwich á útitvølli og liggur framvegis á einum tryggum fyrsta plássi í Premier League.

Liverpool Føroyar letur á hvørjum ári eina peningagávu til vælgerandi endamál. Borðhaldið leygardagin endaði við tí, sum vit kunnu kalla fyri árligu uppboðssøluni, tað var frammanundan var avgjørt at øll sølan hesiferð skuldi fara Eydnudeildina, sum er eitt framúr gott tiltak sum Morten Hust Petersen í Kvívík saman við øðrum hevur fingið upp at koyra í Føroyum. Íblásturin er heintaður frá danska átakinum Lykkeliga. Eydnudeildin er hondbóltsvenjing og hondbóltskappingar fyri børn og ung við avbjóðingum.

##med2## 

Á uppboðssøluni bleiv millum annað bleiv ein serlig heiðurs troyggja hjá Trent Alexander Arnold, umframt ein stór plakat har teir fyrstu 11 frá Champions League finaluni í 2005 høvdu sett sítt navn á, umframt aðrar lutir. Áðrenn dystin vórðu eisini lutaseðlar seldir og gav hendan sølan eisini rættuliga væl.

Uppboðssøla samlað gekk somikið væl, at nevndin í Liverpool Føroyar í dag í høllini i Kollafirði kundi handa børnum og ungum hondbóltsspælarum frá Eydnudeildin, eina peningagávu á heilar 30 túsund krónur.