Eins og undanfarin ár, fer Liverpool Føroyar aftur at skipa fyri jólaborðhaldið í ár. Borðhaldið verður komandi leygardag í Bowlinghøllini á Hálsi í Havn, byrjað verður klokkan 14:00
Skráin verður hendan:
Kl. 14:00 Upphiting og undirhald
Kl. 15:00 Liverpool v QPR
Kl. 17:00 Borðhald og undirhald:
Kl. 19:00 Veitslulag í kaféini
Vaksin fáa ræst kjøt og súpan, og børnini fáa burgaramatskrá..
Til borðhaldið verður Eli Hentze gestarøðari.
Spurnarkapping við Jóan Paula Jacobsen verður eisini á skránni.
Kostnaðurin er 350,- fyri vaksin og 75,- fyri børn
Tilmelding fer fram við at flyta pening á konto í Eik, kontonummar 9181-1598262. Viðmerkjast skal navn/nøvn og tal av børnum undir 16 ár.
Seinasti møguleiki at melda til tiltakið er fríggjadagin 9. desember klokkan 18.
Tiltakið er ikki bert fyri limir, men er fyri øll sum halda við Liverpool.










