Liverpool er í Europa League finaluni móti Sevilla, eftir at Jurgen Klopp og hansara menn vunnu 3-0 á Villareal, meðan Sevilla vann á Shakhtar Donetsk og er í finlauni fyri triðju ferð upp í slag.
Heimavøllurin hjá Liverpool, Anfield, kókaði og tað tóktist gera mun, tí heimaliðið sat á øllum dystinum. Eftir at hava tapt 1-0 í fyrra dystinum, so skuldi Liverpool skjóta minst tvey mál.
Tað fyrsta kom fyri hálvleik og var eitt sjálvmál. Í seinna hálvleiki sendu Daniel Sturridge og Adam Lallana Liverpool til Basel í Sveis, har Europa League finalan verður.
Villareal fekk millum annað ein spælara útvístan í seinna hálvleiki, umframt at teir ynsktu at fáa brotsspark, tá Alberto Moreno skumpaði Denis Suarz umkoll. Dómarin dømdi ikki og Liverpool vann sannførandi.
Sevilla fyri triðju ferð
Í Sevilla í Spania vann heimaliðið 3-1 á ukreinska Shakhtar Donetsk, og vann samanlagt 5-3. Sevilla er tvífaldur Europa League meistari. Tí er eisini talan um triðju Europa League finaluna upp í slag.
Kevin Gameiro skoraði tvær ferðir, og hevur í fleiri førum verið avgerandi spælarin hjá Sevilla í hesum Europa League kappingarárinum.
Vinnarin av finaluni vinnur sær beinleiðis luttøku til Champions League komandi kappingarár.
Europa League – Hálvfinalur:
Liverpool (0) – (1) Villareal 3-0 (0-0)
1-0 Bruno Soriano, 7 sjálvm
2-0 Daniel Sturridge, 63
3-0 Adam Lallana, 81
Sevilla (2) – (2) Shakhtar Donetsk 3-1 (1-1)
1-0 Kevin Gameiro, 5
1-1 Eduardo, 44
2-1 Kevin Gameiro, 47
3-1 Mariano, 80