Liverpool er rakt av koronu

Premier League: Liverpool boðar í dag frá, at ein spælari á besta liðnum hevur fingið staðfest koronusmittuna

Liverpool FC boðar í kvøld frá, at Thiago Alcantara hevur fingið staðfest Covid-19 smittuna. Hann var ikki við hópinum í gjár, sum vann 3-1 á Arsenal. Spanski miðvallarin, sum kom til Liverpool úr Bayern Munchen fyri kortum, er nú avbyrgdur.

29 ára gamli miðvallarin hevur sjálvur ynskt, at úrslitið av koronatestini verður almennakunngjørt. Liverpool sigur í skrivi, at felagið hevur fylt øllum mannagongdum og at spælarin nú er avbyrgdur.

Thiago Alcantara verður av tí sama ikki tøkur til komandi dyst hjá Liverpool, sum er móti Aston Villa. Síðani verður landsliðssteðgur, men eftir landsliðssteðgin verður hann væntandi tøkur aftur hjá Liverpool.

Premier League hevur boðað frá, at tað eru 10 spælarar, sum hava fingið staðfest koronusmittuna í tíðarskeiðnum frá 21. septembur til 27. septembur. Stjórnin í Onglandi er fyri hørðum kritikki, tí hon ikki megnar at tálma smittuni.