Tað er ógvuliga gott lag í Liverpool leguni, og lagið er minni gott í Tottenham leguni, nú Liverpool í dag vann 2-1 á heimavøllinum hjá Tottenham, sum er á Wembley.
Undan landsliðssteðginum legði Tottenham rygg til eyðmýkjandi tap ímóti Watford, og aftur í dag stóð Tottenham eftir við ongum.
Liverpool var greitt omaná, og stutt undan steðginum sendi Georginio Wijnaldum við høvdinum bóltin í kassan, eftir at lagt varð innfyri við hornasparki.
Lítla løtu eftir steðgin rakti Tottenham í stólpan, og smáar tíggju minuttir eftir steðgin økti Liverpool um munin. Ronerto Firmino var málskjútti, tá ið hann var fyrstur á bóltinum, eftir at Tottenham spælarin Jan Vertonghen royndi at beina bóltin út til horna, men í staðin sendi bóltin í stólpan.
Liverpool hevði fleiri møguleikar, tá ið støðan var 2-0, meðan heimaliðið hevði lítið at bjóðåa uppá. Í tíðini, sum dómarin legði aftrat, eydnaðist tað Eric Lamela eftir horna at minka um munin.
Liverpool vann 2-1 og hevur eftir fimm umfør fult stigatal. Tottenham vann tríggjar teir fyrstu dystirnar og hevur nú tapt tveir dystir á rað.