Liverpool eitt stig frá oddinum

Við Glen Johnson á odda var Liverpool og at tveita eina 2-0 leiðslu vekk

Liverpool vann í kvøld 2-1 á Sunderland og heldur lív í vónini um fyrsta Premier League heitið í søguni. Steven Gerrard og Daniel Sturridge løgdu Liverpool á odda, men í seinna hálvleiki mundi Liverpool tveitt leiðsluna vekk.

 

Steven Gerrard fær hol á

 

Brendan Rodgers hevði aftur Raheem Sterling á bonkinum, meðan Joe Allen og Coutinho fingu afturval. Spælið var á góðari leið í fyrra hálvleiki, men tað gekk illa við at koma fram til stórar møguleikar.

 

Stutt fyri hálvleik kom tó hol á, tá Steven Gerrard sendi eitt fríspark í málið. Luis Suarez spældi ein minni góðan dyst, men var upphavið til frísparkið. Bara tríggjar minuttir inn í seinna hálvleik tótkist Daniel Sturridge at avgera dystin, tá hann sendi bóltin í málhornið.

 

Útskiftingar gjørdu mun

 

Sunderland skifti út og tað hjálpti. Teir trýstu eitt ókonsentrera Liverpool lið og fingu minkað um munin eitt korter fyri tíð. Innskifti Ki Sung-Yueng kom at standa púra leysur eftir hornaspark og skoraði.

 

Við einum høpileysum Glen Johnson á høgra bakki var Liverpool um at missa alt á gólvið. Høgri bakkurin hjá Liverpool var greitt vánaligasti maður á vøllinum. Fyri uttan onkran einkult stutta avlevering, so riggaði einki, sum hann royndi.

 

Sunderland megnaði tó ikki at umseta trýstið til mál. Liverpool hevði fleiri góðar støður í hinum endanum, men tað var sjáldan at tað bleiv vandamikið.

 

Liverpool liggur nú nummar tvey við 68 stigum. Chelsea hevur 69, meðan Manchester City hevur 66 stig á triðja plássi, men hevur spælt tveir dystir færri.

 

Premier League í dag:

Liverpool – Sunderland 2-1 (1-0)

1-0         Steven Gerrard, 39

2-0         Daniel Sturridge, 48

3-0         Ki Sung-Yueng, 76

 

West Ham – Hull 2-1 (1-0)

1-0         Mark Noble, 24 br

1-1         Nikica Jelavic, 48

2-1         James Chester, 54 sjálvmál