Meðan flestu europeisku fótbóltskappingarnar liggja í vetrardvala, so verður hildið fram við fullari ferð í Bretlandi. Bæði í Skotlandi og Onglandi er nógvur fótbóltur á skránni í dag. 2. jóladagur ella Boxing Day, sum teir siga, er ein av stóru døgunum í fótbóltslandskappingini.
Stóri dysturin í Onglandi í dag er tann klokkan 17.30, tá ið toppliðið Liverpool fer at vitja Manchester City, sum er á triðja plássi. Bara eitt stig skilir hesi bæði liðini. Mong rokna Manchester City at vera besta boðið at vinna landskappingina. Ofta hoyrist ivi verða sáddur um, hvussu leingi Liverpool fer at megna at hanga í toppinum. Næstu umførini bíða stórar avbjóðingar. Eftir ferðina í Manchester í dag, skal Liverpool sunnudagin spæla ímóti Chelsea á Stamford Bridge.
Síðstu umførini hevur Manchester United tikið seg alt nærri oddaliðunum. Í dag er nýggjur møguleiki, tí meistararnir eru stórfavorittar, hóast teir skulu spæla á útivølli ímóti Hull.
Motorurin hjá Arsenal hevur ikki gingið so væl seinastu ferðirnar. Hóast West Ham ikki hevur verið sannførandi, so er tað altíð torført hjá stórliðunum at spæla ímóti øðrum London feløgum.
Chelsea er stórfavorittur á heimavølli ímóti Swansea, og Everton, Newcastle og Tottenham við Tim Sherwood sum nýggjum ábyrgdarmanni, eru eisini stórfavorittar á heimavølli.
Í dag
Klokkan 12.45
Hull-Manchester United
Klokkan 15.00
Aston Villa-Crystal Palace
Cardiff-Southampton
Chelsea-Swansea
Everton-Sunderland
Newcastle-Stoke
Norwich-Fulham
Tottenham-West Bromwich Albion
West Ham-Arsenal
Klokkan 17.30
Manchester City-Liverpool










