Liverpool Argir vann fjepparakappingina

Fótbóltur: Leygardagin varð skipað fyri fótbóltskapping millum fjepparafeløg á Eysturvølli í Havn, har 12 lið luttóku

Føroysku fjeppararnir hjá teimum stóru fótbóltsfeløgunum uttan í heimi sluppu leygardagin at royna síni kynstur, tá ið tey brustu saman í einari fjepparakapping á Eysturvølli í Havn. 12 lið luttóku í kappingini, og í finaluni hittust Liverpool Argir og FC Barcelona. Av tí at tað stóð á jøvnum tá ið vanliga leiktíðin var farin, gjørdist neyðugt við brotssparkskapping. Her vann Liverpool argir 7-6, og kundu teir tískil kalla seg vinnarar av Okkara Fjepparakapping 2012, sum kappingin æt.
Sum besti leikarin í kappingini varð Niels Johansen frá vinnarunum valdur, meðan Thomas Hans Rubeksen frá tapandi finalistunum fekk heiðurin sum besti málskjúttin í kappingini.