Aftur í ár verður Gula Smiðja karmur um tey tónleikaligu innsløgini í mentanarvikuni Skýming 2013.
Hesaferð verður skipað fyri tveimum konsertkvøldum, ávíkavist mánakvøld og mikukvøld í næstu viku.
Mánakvøldið spæla Jóna, Jógvan Joensen, Óvita Blues Band og Lyon Hansen, og mikukvøldið spæla Sigmund & Bømenninir, Sleepless Ghosts, Reduced to Ash og Danny & The Veetos.
Konsertirnar verða frá klokkan 20-23 bæði kvøldini.
Sum nakað heilt nýtt og sprelllivandi ber til at síggja graffiti málningar, ið listabreytin í Skúlanum við Løkin hevur staðið fyri.
Tað er við Noomi Reinert, lærara á listabreytini á oddan, at hetta hevur latið seg gjørt.
Lærarar, skúli og næmingar hava lagt sera stóra orku í at prýða ráðu karmarnar, so hesir kennast sum nakað heilt serstakt fyri tey vitjandi.
Ólavur Thorsteinsson, sum eitt nú er kendur frá ScrubArt, hevur lagt teimum lag á, og úrslitið er sera forkunnugt og avgjørt eina vitjan vert.
- Øll tiltøkini í Gulu Smiðju eru ókeypis, tó er avmarkað atgongd, siga tey, sum standa aftan fyri mentanarvikuna í Runavík.









