Live streaming frá konsert í Perluni sunnukvøldið

Konsertin við Petur Háberg Trio verður send beinleiðis á netvarp.fo. Live streaming fer at vera ein vanligur táttur á netvarp.fo.

 

Sement tónleikatiltøkini vórðu øll send beinleiðis, og til finaluna vóru heili

4000, ið fylgdu við umvegis alnótina.

 

Longu í annaðkvøld ber tað aftur til at fylgja einari konsert beinleiðis á

netvarp.fo. Konsertin við Petur Háberg Trio byrjar kl. 20.00.

Live streaming merkir, at tú kanst síggja og hoyra framførslur

beinleiðis - heima á sofuni ella hvar sum helst - bara tú hevur atgongd

til alnetið.

 

Streamingin verður gjørd í sambandi við, at Perlan fer at hava opið hvørt sunnukvøld í februar mánaði, frá 19.30 - 22.30.

 

Dánjal og Bjarki og Crawling Blue hava longu spælt og nú sunnukvøldið 21. februar fer Petur Háberg Trio fer at framføra.

 

Tiltakið er ókeypis og einki

aldursmark.

 

Tað er Netvarp.fo, ið stendur fyri streamingini