Leygarkvøldið fara royndu tónleikarnir Jákup Marner Anthoniussen og Heini Ziska Dahl at spæla live-tónleik í Fortuna í Klaksvík
Jákup Marner og Heini byrjaðu longu tíðliga at spæla saman í bólkinum Science Fiction. Hesin bólkurin var aktuellur sum dansibólkur víða um landið fyri skjótt nógvum árum síðani.
Góðu røddina hjá Jákup Marneri kenna vit eisini frá m.a. sanginum ´Til allar vinir´ við bólkinum Blátt.
Húsið letur upp kl 22.00. Jákup Marner og Heini fara á pallin um midnáttarleiti.
Diskotekið í BAROK verður við DJ 150.
Fríggjakvøldið er ladies night.