Ein 25 ára gamal maður, sum varð bjargaður undan húsaleivdunum í Port-au-Prince í Haiti í gjárkvøldið, sigur, at hann livdi av Coca Cola tey 11 samdøgrini, hann lá undir húsaleivdunum.
-Eg havi tað gott, segði Wismond Exantus við fronsku tíðindastovuna AFP í gjárkvøldið. Hann greiddi frá, at hann var til arbeiðis í einum handli, tá jarðskjálvtin var. Hann segði seg hava mist vitið. Tá hann raknaði við aftur, rópti hann á sínar starvsfelagar, men fekk einki svar.
-Eg rópti ikki, men bað alla tíðina, segði
Wismond.
Tað vóru franskir bjargingarmenn, sum funnu hann.