Í kvøld verður skipað fyri møttøku í skúlanum á Fossánesi, har almenningurin fær høvi at heilsa upp á Livar Nysted. Tað er Hvannasunds Kommuna, ið skipar fyri móttøkuni, í sambandi við at Livar Nysted kemur aftur til Føroya.
Livar Nysted og hinir sjey menninir umborð á Avalon komu til Barbados fyri eini viku síðani, tá teir høvdu róð teir 5000 kilometrarnar frá Kanariuoyggjunum til Barbados.
Túrurin frá Kanariuoyggjum og yvir til Barbados tók Livari og restina av manningini 32 dagar, 12 tímar og 41 minuttir.
Móttøkan fyri Livari Nysted verður klokkan 18.00 í kvøld.