Livar róð helmingin av teininum

Á heimasíðuni hjá Livari Nysted, sum saman við bátsmonnum sínum umborð á bátinum Avalon er á veg tvørtur um Atlantarhavið - av Kanariuoyggjunum til Barbados - sæst, at í dag er helmingurin av teininum rógvin.

Teir hava nú róð í 18 samdøgur, men tað gongur ikki skjótt hjá Avalon í løtuni. Kortini høvdu teir klokkan 16.20 í dag lagt helmingin av teininum aftur um seg.

- Teir berjast enn við mótstreym, og hetta seinasta samdøgnið róðu teir einans 128 kilometrar ella 69 fjórðingar.

Á heimasíðuni www.trip.fo er í dag eitt kort sum samanber, hvar Avalon og Titan vóru komnir, eftir at manningarnar høvdu róð í 18 samdøgur.

Sambært kortinum hevur Avalon tilsamans 2423 kilometrar eftir til lands, og til samanburðar kann nevnast, at tá manningin á Titan hevði róð í 18 samdøgur, høvdu teir 2492 kilometrar eftir til lands