Livar og teir koma ongan veg

Avalon hevur vind og streym ímóti, og tað verður nú trupult at klára túrin upp á 30 dagar, sum ætlanin upprunaliga var.

í gjár høvdu Livar Nysted og hinir umborð á Avalon róð 2.073 kilometrar av teininum frá Kanariuoyggjunum til Barbados. Teinurin er umleið 5.000 kilometrar, og ætlanin var at rógva túrin upp á 30 dagar og seta nýtt heimsmet.

Nú Livar og teir hava verið á havinum í 15 dagar, gongst ikki so væl. Tað er vindur og streymur ímóti, og tí er striltið at koma nakran veg fram á leið. Trip.fo, sum fylgir ferðini hjá Livar og teimum, skrivar, at helst verður veðrið ikki til vildar aftur fyrr enn sunnudagin.

- Hóast tað eru teir umborð á Avalon í góðum lag og hava gott mót, skrivar Trip.fo.

Tað verður nú trupult hjá Avalon at klára ferðina upp á 30 dagar. Teir hava framvegis mót upp á sláa heimsmetið, sum er 32 dagar, men so skal tað skjótt gangast betri hjá teimum.

Sum tað sæst á myndini, svumu Livar og teir í Atlantshavinum í gjár – fleiri myndir eru at síggja á trip.fo.