Gongst sum ætlað, verða føroyskir rógvarar við í HM í einum sermerktum árabáti, sum nú er komin til Føroya
Róðrarsamband Føroya hevur fingið fatur á einum, tey kalla ”coastal-rowing” árabáti, og í gjár varð hann doyptur og tikin í nýtslu.
Jan Herman Hansen, formaður í Róðrarsambandinm, sigur, at talan er um tann siðbundna, smala, útlendska róðrarbátin, sum er mentur til hetta slagið av árabátum, sum klára seg í væl verri veðri enn tann upprunaliga smali árabaturin annars ger.
- Báturin er keyptur úr Fraklandi og kostar 70.000 krónur, nu hann er komin til Føroya, sigur hann.
Men endamálið er ikki bara at fara hugnaferðir inni við land.
Ætlanin er at vekja áhuga fyri hesum slagi av árabátum og at eggja kappróðrarfeløgum kring landið at útvega sær slíkar bátar.
- Hetta er fyri at gera føroyska rógving meiri fjøltáttaða við at hava onkrar kappingar um veturin eisini við øðrvísi bátum, sigur Jan Herman Hansen.
- Tað átti at verið munandi lættari at manna ein bát við tveimum fólkum, enn at banna ein bát við minst sjey fólkum, leggur hann afturat.
- Kapprógving í hesum bátaslagnum er skjótt veksandi ítróttargrein úti í heimi og ætlanin er at fá føroyingar at venja og at vera við í HM í hesum slagi av rógving, sigur formaðurin í Róðrarsambandinum.
Næsta ár verður HM í Danmark og gongst, sum ætlað, skulu føroyingar vera við tá.
Sunnudagin var lítið hátíðarhald í kappróðrarneystinum í Streymnesi, tá ið báturin varð doyptur og tikin í brúk.
- Tað tók ikki langa tíð at finna upp á navnið, sigur Jan Herman Hansen.,
Báturin eitur nevniliga Livar og er uppkallaður eftir heimskenda havrógvaranum úr Hvannasundi
Livar fekk eisini heiðurin at doypa bátin. Tá ið báturin var doyptur og signaður, sluppu Livar Nysted og ein annar kendur rógvari, Sarita Hansen úr Miðvági, at royna bátin sum tey fyrstu, og tað eru tey bæði á myndini.