Cafe Péche í Saltangará skipar um vikuskiftið fyri ?live tónleiki?. Cafe Péche er í Saltangará, og lat upp til Eystanstevnu í ár, og hevur síðani bjóðað mangt og hvat hvørt vikuskifti. Cafe Péche byrjar nú at verða eitt samlingspláss fyri rúgvu av ungdómi í Eysturoynni. Eisini eru fleiri fólk aðrastaðni frá í Føroyum, sum koma inn á Skálafjørðin í vikuskiftum.
Hans Andrias er 19 ára gamal og kemur úr Klaksvík. Hann hevur verið virkin í tónleika verðini í nøkur ár, og nógv kenna vit hann sikkurt frá bólkinum ?Last Breath?, sum ímillum annað spældi á Fjarðafestivalinum í 2008. Hans Andrias hevur síðani spælt eitt sindur fyri seg sjálvan, og hevur hann nú nakrar ferðir spælt í ymiskum vertshúsum. Nú fáa so fólk møguleikan at hoyra hendan unga dugnaliga tónleikaran ?live? á Cafe Péche í Saltangará fríggjakvøldið tann 11. december. Hans Andrias spælir sera fjøllbroyttan tónleik.