Livandi tónleikur í Deep

Deep er farið undir eitt nýtt átak, har diskotek og livandi tónleikur møtast, og náttklubbin bjóðar eitt sindur av báðum. Við kafe í fyrstu hædd, og diskoteki á aðru hædd, letur Deep upp leygarkvøldið, við Kim Hansen á odda. Umvældi náttklubbin Deep hevur nakrar vikur á baki, og undirtøkan tykist verða stór fyri nýggja konseptinum.

 

Við livandi tónleiki á fyrstu hædd og diskoteki á aðru hædd verður ein fín samanrenning gjørd millum nútímans og klassiskan stíl, tá ið tónleikarar sum Eyðun Nolsøe og Kim Hansen standa fyri tí

livandi partinum av undirhaldinum.

 

Farna leygarkvøld var tað Eyðun Nolsøe, ið stóð fyri livandi tónleikinum, og komandi leygarkvøld verður tað Kim Hansen, sum skal undirhalda fjøldini við livandi tónleiki.