Hvat hendir, um man gevur fýra ungum listafólkum eina stóra plátu og ein politiskan boðskap? Aftur í ár verður Amnesty International á G! Festivalinum, og aftur í ár verður eitt altjóða evnið á dagsskrá. Hesaferð hevur Amnesty tikið stig til politiska live-list, sum fýra progressiv, føroysk listafólk standa fyri.
Tey fýra eru Ludvík á Brekku, Kristina Joensen, Silja Eystberg Wendelboe og Ólavur S. T. Thorsteinsson, sum vit m.a. kenna frá Scrub Art. Tey fáa eina plátu upp á 4,4 metrar til til longdar við soljóðandi slagorði: MENNISKJU OG TÓNLEIKUR ERU BEST LIVANDI. Síðani skulu tey, við støði í hesum slagorðinum ímóti deyðarevsing, skapa eitt tvørlistarligt listaverk við hjálp av yrkingum, tekningum og málningalist. Plátan hongur mitt á festivaløkinum og tey fýra fara at skapa verkið hósdagin og fríggjadagin. Leygardagin verður endaliga úrslitið klárt.
Endamálið hjá Amnesty er at varpa ljós á deyðarevsing.
(Innsent, men redigerað)