Livandi og skapandi barna- og ungdómshús

Elin N. W. Tausen - www.elin-nwt.tk
-----

Framtíðin krevur av okkum - um vit skulu verða verandi á hesum oyggjum - at vit menna okkara nýhugsni og kreativitiet, soleiðis, at vit hava møguleikar at skapa okkum nýggjar vinnur, eftirsum umstøður og samfelag broytast. Hetta krevur, at vit hava borgarar, sum hava ment síni kreativu evnir. Uppgávan liggur í at skapa eitt umhvørvi, har tónleikur, list og aðrir úttryksformar koma til sín rætt og fái loyvi at mennast
Skapandi virksemi fær ikki stóra rúmd í fólkaskúlanum, m.a. orsakað av sparingum og øðrum raðfestingum. Tí skal kommunan traðka til við hesum tilboði. Við Margaringfabrikkini í Tórsgøtu hava vit eitt frálíkt tilboð til børn og ung eftir skúlatíð, har tey undir tryggum umstøðum kunnu royna seg á ymsan hátt, ella bara vera saman við øðrum.
Eg vil arbeiða fyri, at líkandi barna- og ungdómshús verða sett á stovn í nærumhvørvinum, t.d úti á Argjum, í Hoyvík og í Kollafirði. Hesi hús kunnu verða brúkt fyrrapartar sum verkstovur hjá dagstovnum í økinum. Verkstovur, har listamálarir, tónleikarir, sjónleikarir, myndafólk og onnur kunnu arbeiða saman við børnunum og harvið vísa børnum á fjølbroytni og møguleikar at skapa og útrykja seg.
Fólkini, til at skipa fyri hesum virksemi, eru longu í kommununi, tey mangla bara karmarnar.
Kundi tú hugsað tær eitt livandi og skapandi barna- og ungdómsvirksemi í Tórshavnar Kommunu, so setir tú kross við Elin á lista E.