Tað er nu greitt, at eitt av stóru nøvnunum á ársins G! festivali, verður livandi legendan Kris Kristoffersen.
Tað fortaldi fyriskiparin, Sigvør Laksá í KvF í morgun.
Kris Kristofferson hevur verið her tvær ferðir áður og hann hevur knýtt vinasamband við føroyingar.
Nú kemur hann til Føroya at ferðast um sama mundi, G er í Gøtu og tað eydnaðist fyrireikarunum at fáa hann at spæla.
Seinast hann var her, skuldi hann hava eina konsert, har peningurin fór til Barnaheimið, men tá varð hann sjúkur og fekk ikki fullført konsertina. Men Sigvør Laksá segði í KvF, at hann hann helt, at hetta var eitt gott høvi at gera tað liðugt og tískil syngur og spælir hann á G! í ár og letur enn einaferð Barnaheiminum peningin.
Trýst á pílin á myndini og og lurta eftir einum av hansara óteljandi klassikarum