LIVA festivalurin spennir seg út

Mike Tramp og und irhaldandi og . kanska øsandi fyri summi - Black Ingvars, eru útlendsku brellbitarnir.

Nýggjur festivalur sær dagsins ljós, tá sólin stendur hægst á summarhválvinum. Talan er um LIVA festivalin á Tvøroyri, ið verður hildin 4. og 5. juli.

 

Festivalurin verður á Sevmýru, uttanfyri Borgina (fyrrverandi TB Húsið), á gamla fótbóltvøllinum.

 

Og sera nógv nøvn eru á skránni. Spennandi er t.d. at The Dreams vakna aftur til hendan festivalin. Tað sigst eisini, at talan verður um einastu konsert hjá The Dreams í ár.

 

Og stóru útlendsku nøvnini á festivalinum eru kunngjørd. Mike Tramp, ið er kendur úr superbólinum White Lion. Nøkur minnast hann kanska eisini úr danska Mabel, ið vann donsku grandprix-kappingina sísðst í sjeytiárunum.

 

Eisini koma svensku Black Ingvars á LIVA festivalin. Ein harður bólkur, ið tó hevur skemt við og sum kann øsa summi, men sum eisini leggur seg eftir at at tað skal vera stuttligt.

 

Onnur útlendsk nøvn eru eisini á skránni, umframt fleiri føroysk. Til ber at kunna seg um festivalin á facebook.

https://www.facebook.com/pages/LIVA-Festivalurin/240298496149461?fref=ts