Liðini hjá føroysku landsliðsspælarunum, Lív S. Poulsen sum spælir við Ajax, og Pernille Brandenborg sum spælir við Randers hittust í niðurflytingarbólkinum í bestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld.
Útiliðið, Ajax vann dystin á útivølli rættiliga sannførandi 29-23. Í fyrra hálvleiki leikaði meira javnt á, og í steðginum var Ajax bert á odda 14-13.
Lív skoraði eitt mál fyri Ajax í kvøld. Pernille var ikki millum málskjúttarnar hjá Randers í kvøld.
Hini trý liðini í niðurflytingarbólkinum eru Skanderborg, Århus og Ringkøbing. Liðið sum endar aftast í niðurflytingarbólkinum flytur niður í næstbestu deildina.
Komandi mikukvøld tekur Ajax móti Skanderborg í Keypmannahavn. Landsliðsmálverjin, Rakul Wardum er málverji hjá Skanderborg, so møguleikin er aftur fyri føroyinga-uppgerð her.
Skanderborg tapti 20-29 (11-13) fyri Ringkøbing á útivølli. Rakul Wardum hevði eitt bjargingarprosent uppá 40 fyri tíðina hon var á vøllinum.
Komandi mikukvøld spælir Randers á útivølli móti Århus.











