Lív sleipaði bát til Havnar

Hóast sjálvbodnu bjargingarfólkini hava lagt arbeiðið niður, vóru tey til reiðar at hjálpa, tá tey mettu, at tað stóð um lív í gjár.

Beint eftir miðdag í gjár vóru boð eftir bjargingarbátinum Lív. Hóast sjálvbodnu bjargingarfólkini hava niðurlagt arbeiði, mátti løgreglan senda boð eftir teimum í gjár, tá fólk søgdu seg síggja ein bát, sum lá nakað nær upp móti grótkastinum við Skansan.

 

Tað vísti seg at vera eitt áttamannafar, ið hevði fingið motortstopp, og maðurin umborð royndi at halda bátin undan grótkastinum.

 

Sjálvbodnu bjargingarfólkini vóru tó skjót til dystin fús og fóru eftir bátinum, settu enda á og sleipaðu hann inn til Havnar.

 

Tey hava greitt boðað frá, at hóast vanliga arbeiðið hjá teimum er niðurlagt, eru tey altíð til reiðar at traðka til, um nakar lívsvandi er á ferð.