Lív skal fáast aftur í Bacalao, ið liggur á Vestara bryggju í høvuðsstaðnum. Tað upplýsti Selmar Nielsen, arkitektur og stjóri í SNA, á tíðindafundi hjá Tórshavnar kommunu, tá hann kunngjørdi nýggjastu ætlanirnar fyri Vestara bryggju.
50 metrar svimjihylur, baðiland, wellnessmiðstøð, uppvenjing, klintriveggir, tennis, rapelling, squash, golf, minigolf, spæliland og onnur frítíðartilboð. Tað tykist at tað bara er hugflogið, ið avmarkar hvat býráðið saman við privata vinnulívinum ynskja at gamli Bacalao bygningurin skal hýsa.
- Vit síggja tað í Havn og uttanlanda, at gomul ídnaðarøkir broytast. Vinna fer aðrastaðni, tí onnur krøv verða sett, ið krevja, at karmarnir mugu skiftast út. Hesin bygningurin liggur tó á einum slíkum staði í Havnini, ið krevur, at hann verður brúktur til nýtt virksemi, segði Selmar Nielsen.
Umframt bygningin, so upplýsti Selmar Nielsen, at man ynskir at gera eitt slag av viðarlund við Álakeri.
Tað er privata vinnan og ferðavinnan, ið hava tikið stig til nýggju verkætlanina, ið fevnir um økið á Vestara bryggju, og serliga bygningin, ið vanliga verður nevndur Bacalao, ið er góðar 8.000 fermetrar til støddar.
Heðin Mortensen, borgarstjóri ásannaði, at stórur áhugi er millum manna fyri býarpartinum í Vestara bryggju, og nógvar stórar ætlanir hava verið. Tað hevur tó ikki eydnast at fingið lív í tær ætlanirnar, men nú er Tórshavnar kommuna møguliga sinnað at gera enn eina roynd.
Mett verður, at verkætlanin kostar 150 milliónir krónur.










