Tað gongur væl hjá Lív S. Poulsen og liðfeløgunum í TMS Ringsted í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
Ringsted vann í dag 25-21 á Hadsten á útivølli. Í steðginum var Ringsted á odda 19-10 í steðginum.
Talan var um fjórða sigurin á rað hjá Ringsted, ið hevur vunnið átta av teimum seinastu níggju dystunum.
Ringsted er fjórðfremst í deildini við 16 stigum fyri 14 dystir.
Lív skoraði trý mál í dagsins dysti.
Marita Mortensen var við í hópinum hjá HØJ, ið vann 23-19 (10-6) á AGF.
HØJ er nummar sjey í deildini við 14 stigum fyri 13 dystir.
Komandi leygardag tekur Ringsted móti Søndermarken á heimavølli. Dagin eftir spælir HØJ á útivølli móti DHG.