LÍV høvuðsstuðul hjá Vitjanartænastuni

Reyði Krossur Føroya og LÍV skrivaðu í dag undir trý ára avtalu sum inniber, at LÍV er høvuðsstuðul hjá Vitjanartænastuni.

Reyði Krossur Føroya og LÍV hava í dag skrivað undir eina trý ára avtalu, sum inniber, at LÍV er høvuðsstuðul hjá Vitjanartænastuni hjá Reyða Krossi.

 

- Vitjanartænastan hjá Reyða Krossi virkar fyri at basa einsemi, tí vit vita, at einsemi og sosial avbyrging eru stórir fólkaheilsutrupulleikar, ið hava ringa ávirkan á bæði likamliga og sálarliga vælveruna hjá fólki.

 

Vitjanartænastan hevur seinastu árini verið merkt av øktum áhuga.

 

- Tí er tað sera gleðiligt, at henda avtala kann vera við til at tryggja karmarnar og grundarlagið undir tænastuni, soleiðis at hon framhaldandi hevur møguleika at mennast og víðkast.

 

Reyði Krossur fegnast um stuðulin, og vit gleða okkum til eitt gott samstarv við LÍV.