Lív Ejdesgaard eitt nýbrot á Sct. Gertrud

Føroyska listakvinnan Lív Ejdesgaard letur upp framsýning á navnframa Gallarínum Sct Gertrud í Møntergade 10 í Keypmannahavn nú leygardagin frá klokkan 13-16. Tá verður listakvinnan hjá stødd.

 

Kurt Svendsen frá gallarí Sct. Gertrud skrivar í innbjóðingini:

 

– Lív er eitt nýbrot á føroyska málarapallinum, sum vanliga verður settur í samband við sterkar litir í náttúrulýsingum. Lív tekur motivini úr føroysku náttúruni ella landsløgunum og hon arbeiðir við einum eymleika í litunum, sum næstan flyta seg yvir í vatnlitir ella akvarel. Við hesum litvali, røkkur hon eitt æteriskan ella yvirjarðligan stemmning í myndunum.

 

Framsýningin er opin frá leygardegnum 4. november og fram til 18. november. Leygardagin 11. november hevur gallaríið ikki opið.