Little Red Flowers er ein barnafilmur fyri vaksin. Filmurin er kinverskur og byggir á eina sjarmerandi søgu um sterka individualismu og felagsskap millum børn. Sum 4 ára gamal er Qiang sendur á barnaheim. Sum faðirloysingur hevur hann ringt við at rúma teim mongu lógunum og reglunum á barnaheiminum. Hesin filmurin hevur vunnið eina virðisløn í Berlin og varð instillaður til Sundance í 2006. Ein sjarmerandi lítil filmur.
4 stjørnur av 6