Litríka Cathrina Sadolin: Sangarin er lærumeistari

   

Steintór Rasmussen
???????????????????

Hon eitur Cathrina Sadolin. Hon er ein litríkur lærumeistari við einum einfaldum boðskapi. Hon hevur skrivað fleiri bøkur, undirvíst og fyri langari tíð síðani takkað fyri seg sum popstjørna. Í dag er nærum ógjørligt at fáa ein sangtíma frá henni. Og tað kravdi sína kvinna at finna eitt hóskandi vikuskifti til ferð hennara til Føroya. Kortini hevur hon góða tíð til hvønn skeiðnæming og í tiltrongdu kaffipausuni eisini eina løtu at práta.
Myrkari røddir
? Eg havi møtt fleiri føroyingum áður, sum hava fingið sangtímar mær. Men hetta er fyrstu ferð at eg undirvísi í Føroyum. Og tað er nakað heilt serligt, smílist Cathrina Sadolin, sum heldur at tað er sera løgin uppliving at vera í einum fremmandum landi, har øll tosa hennara mál.
? Hugsa tær, um tú fórt til Kina og kinverjar tosaðu føroyskt við teg. Tað er løgið at undirvísa á donskum og síggja fjøll uttanfyri. Tað er deiligt at sleppa undan at tosa enskt. Eisini kenni eg meg væl móttikna og haldi at fólk her eru opin og løtt at koma í samband við.
Cathrina sigur, at tað hevur stóran týdning fyri sangundirvísing, at fólk er opin og móttakilig. Tey, sum hava luttikið á skeiðnum, hava torað væl at viðurkent og víst á sínar veikleikar og tað er ein styrki, heldur hon. - Eg havi hoyrt nógvar vakrar og góðar røddir, men eg haldi at føroyingar hava eina myrkari sangstemmu enn norð-búgvar og eitt nú týskarar, sum eru kendir fyri sín ljósa klang og tær mongu tenorrøddirnar.
Øll kunnu syngja
Cathrina Sadolin verður roknað millum tey fremstu í heiminum, tá tað snýr seg um vitan og frálæru innan sang. Hon hevur í sínum vaksna lívi skrivað fleiri bøkur og hevur funnið fram til sína egnu sangfrálæru, sum fleiri sanglærarar í Norðurlondum hava tikið til sín.
? Eg var sjálv ikki nakað nátúrtalent hvat sangi viðvíkur. Eg hevði enntá trupulleikar við andadráttinum og eg byrjaði sjálv at syngja tí eg á ungum árum stríddist við asma. Á ein ella annan hátt var eg noydd at menna mína egnu teori, soleiðis at eg fekk tey ymsu ljóðini fram. Tað fyrsta stigið var at at skilja anatomiina hjá røddini. Og tann likamliga partin av at skula syngja. Eg haldi at hetta gjørdi meg í stand til at fata millum veruleikar, mytir og mongu teoriirnar hvussu ein eigur at syngja, sigur Cathrina og leggur afturat. ? Mítt størsta talent var ivaleyst áhugin fyri tónleiki, trúgvin uppá at alt ber til og viljin at stríddast fyri at gerast betri. Tí kann eg av røttum siga, at tá ið eg kundi læra at røkka hæddirnar og fáa ljóð og sang úr mínum munni, ja so kunnu øll syngja!
Kemur aftur til Føroya
Tað var sanglærarin Petra Iversen, sum eisini er kend fyri at syngja sálmar og Kingo, sum fekk Cathinu Sadolin hendanvegin.
? Eg havi í fleiri ár hoyrt fólk tosað um Cathrinu Sadolin. Eg havi skilt, at tað var nakað serligt við henni og at hon er í sera høgum metum millum sangarar og flest øll, sum undirvísa ella hava við raddarvenjing og tónleik at gera. Harafturat er hon ógvuliga fjølbroytt og umboðar ymisk sløg av sangi og tónleiki.
Tað at Cathrinu ikki eftirapar øðrum sangarum, heldur Petra er ein ógvuliga avgerðandi styrki hjá einum lærara. Hon dugir at fáa tað besta fram í øllum, eisini soleiðis at tann einstaki varðveitir sín persónliga sang. Og tað er í sær sjálvum eitt vakurt mál.
Annars roknar Petra við at hon fer at síggja Cathrinu Sadolin aftur í Føroyum. Men tað verður ikki fyribils.
? Tað tók sína tíð at fáa hana hendanvegin. Men nú fer tað helst at ganga hálvtannað ár til vit síggja hana aftur, sigur Petra Iversen, sum letur væl at undirtøkuni og sum aftaná skeiðið hevur fingið føgur orð frá fleiri luttakarum og frá tí litríka Cathrinu Sadolin.
Tóra við Keldu sangari og mamma
? Eg haldi at hon var spennandi. Hon sigur tingini øðrvísi og hon kemur við nógvum nýggjum, sum ein ikki hevur hoyrt áður. Eisini gevur hon luttakunum møguleika at velja millum ymiskar sanghættir. Tað var somuleiðis hugtakandi at uppliva hvussu sannførd og vís hon var í øllum tí sum hon førdi fram. Ikki minst tí hon dugdi at grundgeva fyri sínum hugsanum og vísa tær í verki. At hon rættar uppá sangaran og vegleiðir so neyvt, at viðkomandi ger týðulig framstig, meti eg talar fyri seg.
Ólavur Højgaard, sangari og talilærari
Eg eri positivt bilsin av skeiðnum. Hon er dugnalig og ikki einans populer. Røddin var allatíðina á einari rannskanarferð. Hon undirvísti ábyrgdarfult og fekk tað besta burturúr tí einstaka. Eisini er tað nakað serligt tá ið ein lærari kann undirvísa við egnum tilfari, royndum, úrslitum og sangi.
Ólavur Højgaard undirvísir sjálvur í raddarvenjing. Til hansara koma hásar og grovmæltar røddir. Eitt nú troyttir prestar og lærarar.
? Hóast eg helst átti at havt eina rímiliga vitan frammanundan, so fekk eg nógv burturúr bæði sum lærari og sum sangari. Cathrina fekk fatur í einstaklinginum og dugdi serstakliga væl at fáa fólk at brúka stuðulin rætt, at lata upp fyri røddini, uttan at frátaka sanganum sítt persónliga eyðkenni. Vit skulu minnast til, at nógvur samleiki liggur í røddini. Hetta er eitt persónligt instrument sum øll kunnu spæla uppá. Og hetta haldi eg at Cathrina Sadolina meira enn nakar annan dugur at virðismeta hetta og at veita dygga hjálp til sjálvhjálp.
Lena Andersen, sangari og algerðarkvinna
? Eg fekk nógv burturúr. Cathrina er ein typa sum ein tímur at lurta eftir. Eisini um tú kennir hugtøkini og teoriirnar frammanundan. Tað, sum helst var eyðkennið við skeiðnum, var at tað er onki úrslit ella svar uppá hvussu ein skal ella eigur at syngja. Onki er fullkomiliga rætt. Mær dámdi tískil eisini serstakliga væl, at hon tekur støðið í tí einstaka og at hon vísir sanganum atlit og virðing.
Lena Andersen sigur, at hóast hon hevur sungið í nógv ár og útgivið fløgur, so er hetta fyrsta veruliga sangskeiði, sum hon hevur tikið lut á.
? Tað sum hugtók meg, var at hon kundi vísa á góð úrslit. Tey, sum vóru virkin og sum sungu á skeiðnum, gjørdu ítøkilig framstig. So tað var ikki at fara skeivur av. Harafturat haldi eg, at Cathrina Sadolin fangaði fólk. Vanliga er teori keðilig, men tað var ikki tilfeldið á skeiðnum.