Fremst gekk hornorkestur Frelsunahersins, síðan komu tey, sum skuldu luttaka í tiltakinum, og aftast koyrdu motorsúkklur frá Cross Bikers MC Føroyar.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, setti Vársfestina, síðani vóru fleiri leikir framførdir við kendum søgum í Bíbliuni.
Uppboðssølan av málningum byrjaði kl. 17.30. Nakrir av málningunum vórðu málaðir á Vaglinum, samstundis sum tiltakið fór fram. Avlopið av uppboðssøluni fer til Tilhaldið í Tórsgøtu.
Familjutiltak var í salinum hjá Frelsunarherinum, og eitt ungdómstiltak var í teltinum á Vaglinum, har fleiri tónleikabólkar framførdu.
Fyrireikararnir siga, at hóast veðrið ikki var heilt eftir vild, eydnaðist tiltakið væl. Uppboðssølan fekk góða undirtøku, og boðskapurin hevði sína ávirkan.