Litprent í Listaskálanum

Lagdar eru fram grafiskar myndir eftir føroysk listafólk. Hvørt ár fáa listafólk møguleika at nýta verkstaðin í Listaskálnum og verða úrslitini fyrst og fremst boðin limum Listafelagsins

Leitar ein sær í Listaskálan í Havn, so kemur ein í forhøllini fram at einum longum borði. Har liggja nýggj grafisk verk eftir nøkur av fremstu listafólkum í Føroyum í løtuni.

Vanligt er, at nøkur myndlistafólk árliga sleppa at nýta grafiska verkstaðin, ið knýttur er at Listaskálanum. Úrslitið av av hesum verður so fyrst og fremst selt limum Listafelagsins.

Umboðað á langa borðinum í forhøllini eru t.d. Olivur við Neyst, Anker Mortensen, Bárður Jákupsson og Rannvá Konoy.

Zacharias Heinesen hevur eisini verið á umboðaður, men verk hansara eru nú útseld.

Verkini kosta eini 300 krónur. Vanliga eru prísurin á slíkum verkum eini 1200 krónur.