Lítla jólaaftan ella Tollaksmessudagur

Føroyingum dámar sera væl at kjakast um málið og nú er aftur eldur festur í.

 

Í sosialinum mikudagin hugleiðir Marjun Arge Simonsen, málfrøðingur, um føroyska málið, og vísir hon á ávísar ónollur, sum hon heldur hava trokað seg inn í málið um jóltíðir. Hon nevnir, at tað av røttum eitur Tollaksmessudagur og ikki lítla jólaaftan, eins og at tað er óneyðugt at brúka orðið fyrsta, tá talan er um jóladag.

 

Nú hevur ein annar málkærur føroyingur, Regin Eikhólm, tikið til mótmæli.

Lat okkum – saman við málfrøðingunum - hjúkla um variantarnar, heldur enn at avhødda teir eins og puristarnir royna at gera við móðurmálsalfabetið, skrivar hann  og viðgerð annars greinina hjá Marjuni Arge Simonsen. 

 

Hann vísir á, at Tollaksmessudagur er eitt katólskt heiti, men teir munnu vera fáir eftir í Føroyum, katolikkarnir.

- Hetta er kanska rætt fyri teir fáu bekennandi katolikkarnar her á landi, men fyri vanliga føroyingin eru katólsku messurnar ein doyggjandi rasa, og dagurin verður nú á døgum mest róptur lítla jólaaftan, og tað má tí eisini roknast fyri fullgott føroyskt navn fyri dagin.

 

Eisini heldur hann tað vera óneyðugt at skerja móðurmálið á hendan hátt, serliga við at skula strika fyrsta jóladag úr málinum, sigur hann, og vísir á, at tað er sera hent, at hava fyrsta og annan sum kenniorð, tí so kunnu vit lata jóladagur ella páskadagur ella hvítusunnudagur vera undirforstaðið.

 

Les alla viðmerkingina hjá Regini Eikhólm her.