Tað, sum Hvalbingar gera, er eitt veruligt íkast til okkara mentan. Tað segði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í Mentamálum, nú hann í gjárkvøldið var komin til Hvalbiar til eitt serstakt hátíðarhald.
Tað var eitt hátíðarhald í samband við, at tað nú eru 50 ár síðani hvalbingar og sandvíkingar vóru eina minniliga ferð í Dímun, har 37 mans lógu veðurfastir eina sanna illveðursnátt. Einasta skjól teir høvdu var eitt helli, teir plagdu halda til í tá ið teir vóru í Oynni, men har var bara pláss fyri helvtini av fólkinum, so teir máttu skiftast um at sita úti í illveðrinum. Men teir vóru so bjargaðir inn dagin eftir.
Í gjárkvøldið var so eitt slag av kvøldsetu í eini stúgvandi fullari Roynhøll at minnast aftur á hendingina. Tað, sum vakti ein heilt serligan ans, var, at Hvalbingar hava gjørt eitt fullfíggjað og nágreiniligt modell av hellinum og sett tað í eitt horn í høllini, so at fólk kundi fáa eina fatan av, hvussu teir búleikaðust í oynnu.
Hellið var fast tilhaldsstað til fyri nøkrum árum síðani, tá ið tvey hús vórðu bygd í Oynni og nú hevur Bernhard Hammer gjørt eitt fullfíggjað modell av tí, í rættari stødd og sett tað í høllina. Bjørn Kalsø segði, at tað, Hvalbingar hava gjørt og gera í sambandi við Lítlu Dímun, er eitt veruligt íkast í okkara ríka mentanarlív.
- Oyggin er vøkur og eggjandi bæði at síggja og vitja, og væl er hon rík við seyði og fugli. Men hon er brøtt og berg øll sum hon er, og hon ber í barmi sínum bergsins hátíðarliga dám, sum krevur, at tú stígur varisliga og ert ansin í hvørjum spori.
- Tá ið umstøðurnar eru soleiðis , er tað eyðvitað, at gamla orðatakið: Eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir, skjótt kann standa sína roynd. - Men tíbetur kunnu vit ikki siga, at ólukkurnar hava verið so nógvar. - Fimm mans eru farnir í Lítlu Dímun í tíðarskeiðnum 1743-1897, hetta vóru sjálvandi menn í bestu árum, segði Bjørn Kalsø.
- Nógv hevur verið tosað um at niðurleggja skúlar ella at leggja skúlar saman. Í Lítlu Dímun er eingin skúli og eingin soppafongdur skúlabygningur, sum setur myndugleikunum grá hár í høvdið, staðfesti landsstýrismaðurin. - Oyggin sjálv er ramman um landsins best rikna og bíligasta skúla: Lívsins skúla. Hesin skúlin kann hvørki takast av ella leggjast saman við øðrum, men tit hava leingi dagført hann og tikið hann við inn í framtíðina.
Hann sipar til, at umframt seyð og fuglaveiði, hava hvalbingar gjørt Oynna til eitt ferðamál og tað nýggjasta er, at teir nú eisini hava gjørt ein film um Lítlu Dímun. Við á hátíðarhaldinum vóru eisini teir allarflestu av teimum, sum eru eftir á lívi av teimum, sum vóru við hesa minniligu ferðina.
|