Sjálvt um hitastigini ikki eru at reypa av her um leiðir, so er summarið byrjað í Steinprenti. Tað merkist á streyminum av vitjandi, sum økist dagliga. Men tey geva sær eisini tíð til annað enn ferðafólk og vitjandi, tí síðstu vikuna hevur Tróndur Patursson arbeitt á verkstaðnum, har hann hevur gjørt royndir við ymiskum litum, neabel- og cadmium gulum, reyðum og ultramarin bláum litum, sum lýsa í íløtum og myndum í Steinprentum.
##med2##
Prentini eru sera ymisk, Tróndur arbeiðir við dýpdini og ljósinum í myndarúminum, sum er sera skiftandi í teimum nýggju steinprentunum.
##med3##
Kelda: www.listaportal.com