Hóast upsin hevur verið lítið royndur seinastu mánaðirnar, er ikki líkt til, at hetta hevur elvt til, at veiðan er vorðin nakað betri, nú fleiri skip aftur eru farin á upsaveiði.
Síðan apríl hava seks skip verið á gulllaksaveiði, samstundis sum fleiri ísfiskatrolarar hava fiskað makrel í summar og í heyst.
Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at tveir djúpvatnstrolarar í løtuni fiska upsa, og flestu partrolarar eru eisini farnir aftur á upsaveiði.
- Men, fiskiskapurin eftir upsa er misjavnur og heldur smáligur, sigur marknaðurin.