- Bara trý partrolarapør eru til fiskiskap, men fleiri fara út aftur, tá veðrið batnar. Eitt par kemur inn at landa mánadagin, og eitt kemur seinni í vikuni. Triðja parið landar neyvan í næstu viku.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Lagt verður aftrat, at fiskiskapurin hjá partrolarunum er framvegis smáligur.
Í gjár, tá marknaðurin gjørdi sínar metingar fyri næstu viku, var bara ein djúpvatnstrolari til fiskiskap. Hesin fiskar blálongu.
Restin av djúpvatnstrolarunum liggja við bryggju, men onkur fer út aftur, tá veðrið batnar.
Í gjár lógu allir teir smáu trolararnir við bryggju, men eisini teir fara út aftur, tá líkindini verða betri. Væntandi fara teir allir út at fiska havtasku.