Lítil munur ímillum lív og deyða

Næstu tíðina verða einglar at síggja á jólatiltøkum kring landið

Viðhvørt er ógvuliga lítil munur á lívi og deyða. Munurin kann, til dømis, verða eitt lítið endurskin.

Hesa næstu tíðina fara verndareinglar at vera til staðar á jólatiltøkum og øðrum tiltøkum kring landið, har teir fara at minna fólk á, hvussu stóran týdning tað hevur at brúka endurskin.

Teir hava eisini ein hóp av endurskinum við sær, sum teir fara at geva fólki fyri einki.

Tað er ráðið fyri Ferðslutrygd sum skipar fyri og í hesum sambandi ber til hjá teimum, sum skipa fyri tiltøkum, at lána einglaveingir frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

Tað kann vera, tá jólatrø í bygd og bý verða tendrað, ella á øðrum tiltøkum. Veingirnir verða bornir av fólkum, sum virka sum verndareinglar, ið býta út ókeypis endurskin. Tey sum skipa fyri, fáa sjálv fólk at ganga við veingjunum og býta út endurskin.

 

Brynhild Høgnadóttir frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd sigur, at Ferðslutrygd hevur fingið nógvar áheitanir frá bilførarum, sum siga, at nógv fólk til gongu eru ring at síggja, tí tey hava ikki endurskin uppi á sær.

- Vit eru sannførd um, at tey flestu fegin vilja brúka endurskin, men at fólk ofta gloyma tað og tí fara einglarnir at minna fólk á at brúka endurskin, sigur Brynhild Høgnadóttir.

 

Hon staðfestir, at ofta halda fólk, at tá ið tey síggja bilin, sær bilførarin eisini tey.

- Men hetta er ikki rætt, tí í myrkri er næstan ógjørligt hjá bilførarum at síggja fólk til gongu uttan endurskin.

- Uttan endurskin síggjast fólk fyrrenn bilurin er 25-30 metur frá, man tey við endurskini síggjast 140 metur burturfrá, og hetta er tá bilurin brúkar nærljós.

Koyrir bilurin 50 kilometrar um tíman, hevur bilførarin 10 sekund at leggja upp fyri fólki í endurskini, man hann hevur bara tvey sekund, tá ið fólk ikki hava endurskin.  Tað kann vera munurin millum lív og deyða, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd

Norsk kanning vísir, at tey sum brúka endurskin, minka vandan fyri at verða  yvirkoyr í myrkri, heili 85%.