Nógv fólk stríðast við vektina í størri ella minni mun, men nýggj gransking vísir, at hetta stríðið er sera trupult.
Granskarar á King’s College í London hava staðfest, at bert 1 av 210 ov tjúkkum monnum megna at koma niður á sína vanligu vekt aftur. Tølini fyri kvinnur siga, at 1 av 124 megna at koma niður aftur á sína vanligu vekt. Eru fólk alt ov tjúkk, minkar møguleikin bara fyri at tapa seg aftur.
Nýggja granskingin er júst kunngjørd í American Journal of Public Healt.
Granskararnir kannaður 278.982 fólk í árunum frá 2004 til 2014. Persónar, sum í hesum tíðarskeið fyri skurðviðgerð fyri fita, vórðu tikin úr kanningini.
Samanlagt megnaðu 1.283 menn og 2.245 kvinnur at koma niður á eina vanliga vekt, um tey høvdu BMI upp á millum 30 og 35. Persónar, sum hava BMI oman fyri 40, hava 1 til 1290 (menn) og 1 til 677 (kvinnur) møguleika fyri at koma niður á vanliga vekt aftur.
- Tá ið eitt vaksið fólk tekur uppá, er tað sera ósannlíkt, at viðkomandi kann koma niður á eina heilsugóða vekt aftur. Skurðviðgerðir fyri fiti eru ikki loysnin, men heldur er fyribyrging avgerandi fyri, at fólk megna at halda eina hóskandi vekt, sigur ein av granskarunum, Dr. Alison Fildes.